Vækstfonden

Almenni danski fíggjar- og íløgugrunnurin Vækstfonden bjóðar nú føroyskum fyritøkum fígging. Fíggingarloysnirnar eru serliga ætlaðar fyritøkum, sum arbeiða við vakstrar- og ella menningarætlanum.

Vækstfonden kann lata føroyskum fyritøkum trygd fyri bankalán, sum fyritøkurnar taka í peningastovnunum.

Skipanin virkar soleiðis, at fyritøkur, ið ikki hava møguleika fyri at seta nóg stóra trygd fyri eitt bankalán, kunnu nýta ”Vækstkaution” til teirra vakstrarætlanir. Grunnurin veitir veðhald fyri lánið. Veðhaldið er ein ískoytis trygd, sum verður nýtt saman við tí trygd, sum fyritøkurnar sjálvar koma við. Møguleiki er at  lána upp til 2 mió. kr. gjøgnum hesa skipan. Fyritøkur, sum ynskja at nýta henda møguleikan, skulu seta  seg í samband við peningastovnarnar, sum gera eina vanliga meting um lánføri í fyritøkunum.

Vækstfonden hevur eisini aðrar fíggingarloysnir, t.d. er møguleiki at fáa serlig váðafús lán. Hesin møguleiki til fígging  er  ætlaðar fyritøkum, sum arbeiða við  vakstrarætlanum, men ikki hava nóg stóra trygd.Í tí føri ber til at søkja Vækstfonden beinleiðis um eitt so kallað “vækstlån”.

 

Fyritøkur, sum ynskja at nýta henda fíggingar møguleikan skulu senda umsókn beinleiðis til Vækstfonden á teirra heimasíðu : Vækstfonden.

Vækstfonden ger eisini íløgur eins og Framtak við at seta partapening í fyritøkur. Tey veita eisini ábyrgdarlán.

Ynskja tit at vita meira um ymisku loysnirnar, er møguleiki at fara inn á heimasíðuna hjá Vækstfonden, ein serligur faldari er gjørdur, sum lýsir ymisku  møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum. Les meira her . Tit eru eisini altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum og hoyra meira um møguleikarnar fyri fígging, vit hjálpa fegin.