Nýggj fyritøka

Framtak kan saman við øðrum fíggjarligum íleggjarum vera við til at lyfta í felag, har vágin er stórur. Framtak kann eisini, sum íleggjari veita fígging til menningarstigið í eini verkætlan, har aðrir íleggjarar ikki taka við, fyrr enn verkætlanin er komin longur ávegis.

Er tú júst byrjað/ur virksemi og sostatt nýggj/ur á marknaðinum, men hevur fyngið rættuliga góða gongd á søluna og tí manglar fígging fyri at vaksa um virksemi, kunnu vit vera við og hjálpa tær víðari.

Tað kann ofta vera trupult í fyrstani at fáa neyðugu bankafíggingina, tá fyritøkan er nýggj, og tí ikki hevur tey neyðugu søguligu fíggjartølini at vísa eina søguliga gongd. Hetta kann t.d. vera tøl fyri sølu og framleiðslu, sum ofta er ein treyt fyri at fíggjarstovnar kunnu vera við at fíggja. Tá kann Framtak í summum førum vera við til at hjálpa við at fíggja vøksturin.

Vit kunnu hjálpa nýggjum fyritøkum, sum longu eru í gongd og hava eina ávísa sølu, at fáa enn størri ferð á vøksturin. Um fíggjarstovnarnir ikki kunnu koma við øllum neyðuga kapitalinum, so kunnu vit vera við og samstarva við bankan og møguliga grannskoðaran um at snikka bestu loysnina fyri tína fyritøku.

Okkara íløga er tó treytað av, at annar íleggjari ella banki veitir eins stóra upphædd í partapeningi og/ella láni.

Íverksetarafeløg í Føroyum

Kom í gongd við títt virksemi við 1 kr.

Nú ber til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr. Felagið skal tó samla 25% av árliga yvirskotinum upptil felagskapitalurin er áljóðandi 50.000 kr.

Ymiskar broytingar í partafelagslógini eru gjørdar, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur.

Til ber nú hjá íverksetarum, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, og sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi, at stovna felag og koma lættari ígongd. Eitt íverksetarafelag er eitt kapitalfelag, har ábyrgdin er avmarkað, og eigararnir ikki hefta persónliga fyri skyldur felagsins. Sostatt var frá 1. Januar 2017 møguligt at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr.

Sostatt kunnu íverksetarar nú stovna fyritøku innan fyri vinnufelagasrættarligar rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrd.

Íverksetarafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.