Víðkan av virkseminum

Hevur tú tørv á at víðka virksemi í fyritøkuni, antin fyri at økja um søluna, ella hevur tú trupulleika at fylgja við søluni og eftirspurningi frá kundunum, so ber til hjá Framtak, saman við øðrum antin banka og/ella fíggjarligum íleggjarum at fíggja víðkanina av virkseminum í tínari fyritøku.

Tað kann vera til t.d. útvegan av útgerð, maskinum ella kt-skipanum. Men fíggingin kann eisini vera neyðug til at fíggja likviditet til nýggjar rávørur ella til at fíggja neyðugu goymslubindingina.

Um fíggjarstovnarnir ikki kunnu koma við við øllum neyðuga kapitalinum, so kunnu vit vera við og samstarva við bankan og møguliga grannskoðaran um at snikka bestu loysnina fyri tína fyritøku.

Framtak kann gera bæði stórar og smáar íløgur. Støddin á íløguni vil í hvørjum einstøkum føri vera tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og lángevum, soleiðis at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrar-møguleikarnar.