Fá ein íleggjara

Ynskir tú at vaksa og koma út um landoddarnar, tá kann ein nýggjur íleggjari vera júst tað rætta fyri teg og fyritøkuna. Framtak kann vera við til at hjálpa tær at við at fáa samband við íleggjarar í Føroyum ella uttanlands.

Yyvirlit yvir íleggjarar í Føroyum

P/F Royndin
Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð íløgufelagið P/F Royndin sett á stovn í 2005. Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa. Íløgurnar hjá felagnum verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv í fyritøkum, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni. Hesin parturin av íløguvirkseminum hjá LÍV er lagdur í eitt sjálvstøðugt felag fyri at fáa ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV og virksemið hjá íløgufelagnum P/F Royndini. www.liv.fo/royndin

TF Íløgur
TF Íløgur er eitt smápartafelag, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur. Endamálið hjá Sp/F TF Íløgum er at reka allan handil og verða ein av fremstu íleggjarunum á føroyska marknaðinum.
Les meira: http://tfholding.fo/Hvat_er_TF_samtakid/tf-ilogur/

P/F Tjaldur
Les meira: www.tjaldur.fo

Sp/F North Nest Capital
Eitt íløgufelag, sum P/F Tjaldur stovnaði á sumri 2016.

Føroyagrunnurin frá 1971
Postboks 158
FO- 700 Klaksvík

Norðoya Íløgufelag
Postboks 158
FO-700 Klaksvík