Menna nýggjar vørur

Framtak kann gera íløgur í verandi fyritøkur. Til dømis kann talan vera um eldri fyritøkur við ríkari søgu og gamlari siðvenju, men sum vilja ganga nýggjar leiðir.

Nýggjar leiðir umfata millum annað at laga fyritøkuna til broyttar umstøður, til dømis við at menna nýggjar vørur og betra kappingarførið á altjóða marknaðinum.

Tá fari verður undir nýggja framleiðslu, skal goymslan ofta dagførast og/ella framleiðslutól skiftast út, her kunnu vit vera við og hjálpa at fíggja nýíløgur.

Íløgan kann gerast við at víðka um kapitalin í verandi fyritøku, ella at fyritøkan og Framtak, og møguliga øðrum íleggjarum seta á stovn nýtt felag.